Pressan

Pressan

Podcast door Kringvarp Føroya

Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum. Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum. Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum. Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir. Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur.

Probeer 7 dagen gratis

€ 9,99 / maand na proefperiode.Elk moment opzegbaar.

Probeer gratis

Alle afleveringen

81 afleveringen
episode Pressan: Jenis í kríggi móti KvF artwork
Pressan: Jenis í kríggi móti KvF

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av Kringvarpinum er í opnum kríggi við sama stovn. Jenis av Rana heldur tað verða neyðugt, at hann gongur á odda, tá nakað er at finnast at í Kringvarpinum, tí nógv tora ikki. Jenis av Rana sigur Kringvarpið leggja sær orð í munnin í spurninginum um amerikanska forsetavalið.

13 nov 2020 - 47 min
episode Pressan: Veljarakanningar og forsetaval í USA artwork
Pressan: Veljarakanningar og forsetaval í USA

Eru veljarkanningarnar fyri eitt val rættar ella í lagi, ella eru tað kanska miðlarnir, sum ikki duga at brúka veljakanningar? Hvat spáddu veljarakanningarnar undan amerikanska forsetavalinum, sum hevur ørkymlað so nógv. Kvinna hevur fingið ein Mann. Eftir í mong ár, at hava givið Kvinnu út, hava somu kvinnur nú sent eitt mannfólkablað á marknaðin. Maður er eitt lívsstíls-blað, sum vendir sær til menn. Gestir: Flóvin Eidesgaard, serligur ráðgevi og hagfrøðingur, Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri Maður og Jan Berg Jørgensen, films- og miðlafrøðingur.

06 nov 2020 - 48 min
episode Pressan: Miðlarnir til sýn artwork
Pressan: Miðlarnir til sýn

Í hesi sendingini verður aktuelli journalistikkurin sendur til miðlasýn. Miðlalandslagið er ikki ein oyðimørk, men eru nóg nógvir grønir blettir, har tað sprettur? Hugt verður nærri eftir journalistikkinum í onkrum av teimum tíðindum, sum vit hava hoyrt seinastu dagarnar. Men stóri spurningurin verður eisini settur: Hvussu hevur føroyskum journalistikkur tað? Er nakað skil í? Gestir: Høgni í Jákupsstovu, journalistur, Kári Mikkelsen, journalistur, Ingrid Bjarnastein, journalistur og Rigmor Dam, journalistur.

30 okt 2020 - 56 min
episode Pressan: Stríðið um almenna rúmið artwork
Pressan: Stríðið um almenna rúmið

Sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingarnir aftur vinna stríðið um undirtøku millum kvinnur og menn. Í 2017 vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini í verkfalli, og tá tókist greiður samhugi vera við teirra verkfalli. Hvussu er hesaferð? Við hvøjrum orðum royna partarnir at vinna samhuga fyri sínum sjónarmiðum.

23 okt 2020 - 55 min
episode Pressan: Álítandi tíðindi um korona artwork
Pressan: Álítandi tíðindi um korona

Hvussu eru leikfólk fyri, tá læknavísindi og journalistar kappast um at vera skjótast við tíðindum. Ber til at trúgva tíðindum, sum bara eru at hoyra í Føroyum, at korona-koppsetingin kemur fyri jól. Vit skifta orð um miðlarnar og kommunuvalið og hvørji evnið vera sett á dagsskránna uppundir eitt kommunuval. Kommunuval verður týsdagin 10. november - altso um ein lítlan mána. Valevnini eru so smátt farin at skriva valgreinar. Higartil mest í teimum størru kommununum.

16 okt 2020 - 45 min
Super app. Onthoud waar je bent gebleven en wat je interesses zijn. Heel veel keuze!
Makkelijk in gebruik!
App ziet er mooi uit, navigatie is even wennen maar overzichtelijk.

Probeer 7 dagen gratis

€ 9,99 / maand na proefperiode.Elk moment opzegbaar.

Exclusieve podcasts

Advertentievrij

Gratis podcasts

Luisterboeken

20 uur / maand

Probeer gratis

Alleen bij Podimo

Populaire luisterboeken