Kvørnin
Á debut EP'ini "Future Sports" eru 6 sangir á enskum máli og eitt ljóðførislag, sum Baldur Nikolaj Heinesen Olsvig hevur skrivað. Tónleikin hevur Baldur framleitt saman við Alexander Bie, August Ørvad Jacobsen og Emil Mors Rasmussen. Allir sangirnir eru grundaðir á klassiska bólkakonstellation við bassi, guitari, trummum og sangi - víðkað og litað av ljóðborðum, vocodarum, talkbox og soundscape-elementum, sum vekja ein futuristiskan sci-fi-stemning. Í tíðindaskrivið verður greitt frá, at stílurin og ljóðið á EP'in Future Sports er ein samanrenning millum Sci-fi disco, synthpop og sport vibes - eitt ljóð, sum kom til í einum lítlum kamari í Havn, har teir 7 sangirnir vórðu skrivaðir ein myrkan vetur, við íblástri frá føroyska náttarlívinum og einum longsli eftir várinum. Tað ítróttarliga og futuristiska endurtekur seg eisini í tekstunum, har sci-fi tilvísingar og ítróttarhugtøk renna saman sum myndamál. Í kjarnuni snýr Future Sports seg um menniskju, sum bróta seg úr stagnation og søkja framgóngd, og um stríðið at mennast og finna sína egnu leið. Skotsmál: 8/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen 7/10 stjørnum: Birgar Larsen Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
151 episodes
Comments
0Be the first to comment
Sign up now and become a member of the Kvørnin community!