Kvørnin
"Ókendir" er heitið á sjálvnevndu debut-útgávuni við føroyska tónleika-kollektivinum, sum fyri fyrstu ferð veruliga gjørdi vart við seg í tónleikakappingini Sement í fyrraárið, tá bólkurin tryggjaði sær pláss í finalu umfarinum. Yvirskipað er talan um eina føroyska rapp tónleikaútgávu við lagføgrum, sangbærum niðurløgum, har tónleikastílurin ferðast víða líka frá skrappum suðurstats-trappi til kalypso stev. Í tíðindaskrivið verða tey 11 løgini á útgávuni "Ókendir" lýst sum løtur og brot úr lívinum hjá føroyingum í aldrinum millum 20 og 30 ár. Tekstirnir eru allir á føroyskum og snúgva seg mest um kærleika, hjartasorg, ball, balladu og alt tað, sum liggur har ímillum. Skotsmál: 9/10 stjørnur: Páll Oddur Rubbeksen. 8/10 stjørnur: Regin Toftegaard. Eyðfinn Jensen er vertur.
151 afleveringen
Reacties
0Wees de eerste die een reactie plaatst
Meld je nu aan en word lid van de Kvørnin community!