Kvørnin
Á heildarútgávuni "TeleMama" eru 10 løg, sum limirnir í bólkinum hava gjørt í felag. Tekstirnar hevur Óli Joensen, forsangari í TeleMama, skrivað. Átta eru á enskum og tveir á føroyskum máli. Tónleikarar á útgávuni eru: Óli Joensen - sang, kór og guitar Hendrik Jacobsen - guitar Ørvur Argenziano Hentze - bass Dan Eyðun Karbech Saxov - tangentar Jákup Holm Johannesen - trummur Sjúrður Zachariasson - saxofon Upptøkurnar eru gjørdar í íbúðini heima hjá einum limi í TeleMama og í Atmozonic upptøkuhølinum í Danmark, har útgávan eisini er ljóðblandað og frumbandað - burtursæð frá sanginum "Hindsight", sum Hans Poulsen hevur ljóðblandað og frumbandað. Bólkurin TeleMama trein á fyrsta sinni alment framm í tónleikakappingini Sement í 2021, og hóast bólkurin ikki kom víðari til finaluna, fekk hann sera góða móttøku frá áhoyrarunum. Aftaná Sement kappingina fekk bólkurin fleiri fyrispurningar frá føroyskum konsert og festival fyriskiparum, og TeleMama varð eisini boðin at spæla G! festivalinum sama árið. Tíverri bleiv G! festivalurin í 2021 avlýstur orsakað av koronu, so framførðslan hjá TeleMama varð av ongum. Tað gleðiliga er nú, at TeleMama fer at spæla á ársins G! festivali, sum verður í Syðrugøtu í døgunum millum 16. og 18. juli. Skotsmál: 7/10 stjørnum: Hergeir Eldevig 6/10 stjørnum: Páll Oddur Rubbeksen Eyðfinn Jensen er vertur.
151 Episoder
Kommentarer
0Vær den første til å kommentere
Registrer deg nå og bli medlem av Kvørnin sitt community!