Kvørnin
Greta hevur skriva bæði orð og løg til teir 10 sangirnar á enskum máli á útgávuni, sum hon hevur tikið upp og framleitt saman við manni sínum, Fred Ruddick, í upptøkuhølinum heima í Fraklandi. Tað er fyri tað mesta tey bæði, Greta og Fred, ið spæla øll ljóðførini, men tey hava eisini fingið hjálp frá Mikael Blak, sum spælir bass á fimm løgum, Davide Rossi, ið hevur útsett, framført og tikið upp strúkarar og Ragnari Finsson, sum spælir el-guitar á lagnum "Islands". Um útgávuna sigur Greta: "Tónlistarliga er hetta væl friðarligari enn tað, ið eg áður havi útgivið. Eg havi hugsað plátuna sum eitt tónlistarligt klemm. Eg royni at loyva mær sjálvari at vera viðkvom ella viðbrekin á hesari útgávuni. Er tað nakað, sum tað at gerast mamma hevur lært meg, so er tað, at tað er styrki í at vera viðbrekin." Skotsmál: 9/10: Hergeir Eldevig 8/10: Ári Rouch Eyðfinn Jensen er vertur.
146 Folgen
Kommentare
0Sei die erste Person, die kommentiert
Melde dich jetzt an und werde Teil der Kvørnin-Community!