
Jambalaja
Podcast von Kringvarp Føroya
Nimm diesen Podcast mit

Mehr als 1 Million Hörer*innen
Du wirst Podimo lieben und damit bist du nicht allein
Mit 4,7 Sternen im App Store bewertet
Alle Folgen
236 Folgen
Í dag hoyra vit burtur úr nøkrum nýggjum útgávum, sum eru komnar í summar. Eisini skulu vit minnast tveir persónar, sum doyðu í juli - eina poppsangarinnu, sum sang eitt sindur av country, og ein harmonikuspælara av meksikanskari ætt, sum spældi við á fleiri countryútgávum. Eisini er nýtt um bólkin Chapel Hart, sum er farin í tvíningar.

Í fyrstu Jambalaja sendingini hetta vetrarhálvárið minnast vit Jeannie Seely, sum fór foldum frá fyri einum mánaði síðan. Annars gera vit vart við nakrar serligar søguligar hendingar, sum eru farnar framvið í juni og spæla eitt sindur av nýggjum tónleiki.

Hetta er seinasta sending fyri summarsteðgin. Vit spæla nakrar eldri sangir, sum toppaðu fyri fimmti árum síðani, minnast ein 95 og ein 60 ára føðingardag, og so hita vit eitt sindur upp til countryfestivalin í Sørvági um tvær vikur.

Í Jambalaja í dag spæla vit fleiri góðar nýútgivnar sangir, í stóran mun er talan um duettir, eisini við spennandi samansetingum. Eisini fara vit eina løtu at minnast Mac Wiseman, nú hundrað ár eru liðin síðan hann varð borin í heim.

Í sendingini í dag er høvuðsevnið ACM virðislønirnar, sum vórðu latnar undanfarna hósdag. Eisini minnast vit tex-mex countrysangaran, Johnny Rodriguez, sum andaðist 9. mai.